onsdag den 27. december 2017
FLESK
Góð vulkaniserað hjól. Eg havi fyrr bæði rullað og trillað mangt eitt vetrardekkið. Sett nýggjan píka í stavin. So er at fara upp á gólv og træið má ikki vera fyri. Gásin rýmdi og fleskasteikin var av nýkiptum grísi. Kálið var av Sandi og reyða litingin úr málingahandlinum. Á vetrardekkinum gliðu nývígdir prostataprestar av einum borði í annað. Býttu út olmussu. Eina gillu til tín og eina til mín. Og so bleiv tugt og jaglað. Og tað bleiv skálað og hostað og ropað. Men í hesum endatíðum tordi eingin at láta úr endanum í svartkjólanámind. Og evangeliummið mátti ikki tyggjast sum tyggigummi. Vaglið var oyði og myrkt og kvirt og bíðaði eftir orði. Brádliga stóð ein hani har og gól í myrkari nátt. Var hetta eitt tekin um hvør ið koma skuldi? Ella var tað bara hanin sum var komin og ikki kendi mun á myrkari nátt og ljósum morgni?
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar