lørdag den 27. januar 2018

SO







Tað er so myrkt sum tað var. Alt sum var. Eisini tann sum ongantíð var. Ímyndin av einum hami. Sum ein vátur posi tann blindi trýr er lungu hansara. Alt sum er. Myrkrið blæsur andaleyst. Trýst elvir undanstøkking. Millum myrkrini bæði er ein gjógv sum er upp aftur myrkari. Hongur á bryggjukantinum og skipið kann hvørja løtu kroysta teg. Velur at sleppa og royna eitt annað myrkur.










(

Ingen kommentarer:

Send en kommentar