onsdag den 16. november 2016

NAVNABROYTING

Tíðindaskriv:



Vegna tess, at vit hava ásannað, at flestu limir okkara eru nøkur neyt, hevur ein sambeljandi nevnd samtykt, at broyta navn felagsins, sum síðani stovnanina í 1957 hevur verið Rithøvundafelag Føroya, til Neytafelag Føroya. 

Vit vilja við hesum eisini boða fólki frá, at um tey hava hug at gerast limir í Neytafelag Føroya, so eru øll vælkomin, einasta treyt er, at ein dugir at belja. 

Eisini vilja vit gera almenninginum vart við, at felagið liggur inni við nógvari mjólk. Hon er eitt sindur súr, hóast hon er nýmjólkað, men kann væl drekkast, um tú drekkur skjótt, og hon er sera væl egnað til rómastamp. Um tygum hava hug at fáa nakrar litrar av mjólk okkara, kunnu tygum seta tygum í samband við forkúnna sum hevur hesa teldupostadressu: neyt@neyt.fo


Vinarliga

Neytafelag Føroya

Flekka í Fjósi, forkúgv







.



Ingen kommentarer:

Send en kommentar