fredag den 25. november 2016

10 % AV VARÐA



Nei tit, tað havi eg lítlan hug til. At umrøða nýggja heftið av Varðanum. Eg havi tveitt allar mínar slitnu undirbuksur út, so hann verður ikki pakkaður inn í tær og tveittur í skrellispannina. Men hann kom í gjár, við rokning á 150,00 krónur. Tað er ikki tað heilt stóra. Tó hevði eg heldur keypt eitt yrkingasavn fyri pengarnar, um eg var tygum, kæri lesari. Tað eg mest hugsaði um, meðan eg las hetta fyrr - og tað er øgiliga langt síðani - so mæta bókmentartíðarrit, tað var hesar bakkarnar við høsnarungaungakjøti sum liggja í køli- og frystidiskum, har eg plagi at keypa mín døgurðamat, og eg lesi á etikettini, at vøran er pumpað við vatni, eini 10 %. Soleiðis er Varðin, seinasta hefti. Næstan. Munurin er bara tann, at hann er pumpaður við 90 % av vatni og 10 % av høsnarungakjøti. 

Tað gamla tíðarritið hjá Long og Matras, sum legði so stóran dent á tað allarheilagasta í málinum,  yrkingina. Við henni stendur ikki so væl til í Varðanum. Gaman í. Onkur slaktiroynd eftir ein debutant kann vónandi blíva til okkurt. Fleiri vistfrøðilig dikt à la seinasta móta eru eisini, tó vantar bara tað týdningamesta, tann málsligi spenningurin sum ger tað til skaldskap, poesi. Spell. Og tað ringasta av øllum er at síggja, at av heilum sjey bókaummælum, er ikki eitt einasta av yrkingasøvnum. Tað eru komin fleiri áhugaverd søvn tað seinasta árið, men tey verða tagd burtur í Varðanum. Ritstjórin heldur helst, at  tað er áhugaverdari at ummæla bygdasøgur, bók um seyð, ikki minni enn tvey ummælir av eini miðalgóðari roman og einum sjónleiki. Tað er eisini í fínasta lagi, men eg haldi at tað bilar okkurt við prioriteringini. Og at lata yrkingina verða úti í myrkrinum. Harrin viti hví, at so er. Kanska er tað tí, at ritstjórinnan ikki er áhuga í yrkingum, "hevur ikki forstand uppá tað" sum tað er so smart at siga, tá mann er stoltur av síni fávitsku. Og um so er, átti hon at fingið sekkin í stundini, ella skuldi hon fingið ein ritstjóra aftrat sær, sum hevur skil og áhuga fyri skaldskapi. 

Ein grundin til, at eg valdi at stuðla Varðanum, er nettupp tí at vit vanta eitt bókmentaligt tíðarrit sum raðfestir skaldskapin fyrst. Men nú er tað  til vorðið eitt meiri breitt mentanartíðarrit (kanska ítrótt verður við í næsta hefti..). Við filmsleikstjóraviðtali, ferðafrásøgnum, brot úr frálíkari skaldsøgu sum langt síðani er komin og lisin og slíkum tilfari sum summar fara at siga er "oys sum tað er gott" og kanska onkur eisini meinar tað. Og eg meini so sanniliga tað, eg havi skrivað her. Og havi lítlan hug at halda Varðan meir. Ikki tí at aðrar sjangrur enn poesiin er við, men tí at hon er so illa umboðað.

Sum eg plagi, skal eg eisini koma við tí "góða" orðinum. Pappírið á hesum Varðanum er betri enn seinast. Hann liggur bara heilt væl í hondunum við fínari permumynd eftir Marius Olsen. Permulayoutið minnir meg á okkurt Kvinnutíðindi frá fimmtiárum ella var tað blaðið Úrval sum Útvarpið gav út í sekstiárunum. Og ein høsnarungabakki við høsnarungakjøti sum er sprænt við 10% av vatni fyri at viga eitt sindur meir, kann eisini liggja væl í hondunum. Men smakkurin. Hvussu er við honum? 
Eg haldi, at eg leggi bakkan niður aftur í kølidiskin.



.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar