søndag den 22. december 2013

LÍTIÐ JÓLALJÓÐ





eg eri eitt jesusbílæt
men eg eri ikki jesus

eg eri ein fullur posi
av tómum ølfløskum

sum eg ikki havi drukkið
men eg havi pissað tær út aftur

eg eri ikki heilagi andin
men mær dámar væl hvítleyk

eg eri ein fleskasteik við veingjum
ein dunna sum smakkar av gás

sum lendir í eini krubbu
har hon verður reivað í reyðkál

eg eri eitt sítt listamannaskegg
og eg ræðist ræsta súpan

eg eri ein várrulla
sum heldur seg vera eina ginu

eg eri jomfrú
men eg eri ikki maria moy

eg eri ikki eitt jólatræ
men eg eri gávan eingin vil hava

fyrr enn eg sjálvur
vil hava hana 

 






*

Ingen kommentarer:

Send en kommentar