lørdag den 9. november 2013
lokkanet
og so fara vit á alnótina at síggja hvat onnur hava funnið á alnótini
og so flenna vit eftir tí sum onnur hava lagt út á alnótina og onnur funnið á alnótini
og so býta vit tað út til vinir og kenningar tað vit hava sæð og flent eftir so onnur eisini sleppa at flenna eftir tí sum vit hava flent eftir á alnótini
og tey flenna og flenna og flenna og skriva viðmerkingar sum royna at forklára hví tað er so stuttligt sum tey hava funnið á alnótini
og so skrivar onkur at hatta er yvirhøvur ikki stuttligt og tit mugu vera ættaði úr einum sera fløtum landi um tit halda at hatta er stuttligt ella hetta má vera ein øgiliga fløt alnót
og so fara øll út á alnótina at gartera og ákæra og gráta og siga at tað er so deiligt at vit hava eina demokratiska alnót har vit kunnu finna okkurt onkur annar hevur funnið og lagt út til okkara at flenna eftir og tað er heilsusamt at flenna um tað so er stuttligt ella ikki á alnótini
og nú siti eg so sjálvur og ivist í um eg skal leggja henda vánaliga tekstin út á alnótina men eftir sum alnótin er so demokratisk so ger tað einki at eg leggi hann út á alnótina og um ikki annað so kann eg sjálvur fløkjast í henni
.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar