Sjálvt um eg mestsum eri givin við at skriva, so eru tað tó nøkur ið vitja hesa síðuna. Kanska skuldi afturfyri skriva okkurt. Hvat tað skuldi verið, veit eg ikki, men tað er forbannað kalt, eg veit ikki nær aftur verður koyrt frá varmanum her í húsinum. Helst verður bíðað eftir minusgradum, nú alt skal vera soo co2 vinarligt, ella óvinarligt. Og tey sum avgera co2 politikkin koyra øll í bili og búgva í fínum húsum og avgera sjálv nær varmin skal skrúvast frá heima hjá teimum sjálvum og hjá okkum. Tað eru ikki vit súkklandi og gangandi íbúðarbúgvar sum svína mest c02, men tað eru vit sum skulu frystast í hel og anda teirra stinkandi bilroyk.
Tað eru nú fimm vikur síðani eg fekk seinast yrkingasavn mítt í hondina. Einglasuð eitur tað. Og tað kemur ikki óvart á meg, at eg ikki havi fingið eitt einasta respons. Um hon er góð ella ring ella onkustaðni mitt í millum. Men eg havi heldur ikki væntað nakað annað og eri yvirhøvur ikki keddur av tí, tað eri eg vorðin ov gamal til. Tó vil eg viðganga at eg missi hugin at fáast við tað, sum eg fáist við á føroyskum. Viðhvørt kenni eg meg mest sum ein ið komin er í barndømi og bara tosar við seg sjálvan. Tað er nokk eisini tað, tað er, at yrkja á føroyskum. Í fjør fekk eg tó ein beátufrekan tøðleyp í høvdið í Dimmu, sælu, fyri eina bók hjá mær, sum eg ikki sjálvur hevði sæð. Sig so tað..Men nú er steindeytt og tað sær ikki út sum hitt blaðið, Sosialurin, og sum er eitt nógv verri blað enn Dimma var, ætlar sær at gera nakað serligt burtur úr at ummæla føroyskan skaldskap. Tó trúgvi eg ikki at tey fara at gloyma dámusskaldsøgurnar, men tað er eisini høvundinnunum væl unt og ynski eg teimum góðan byr framyvir. Og barna. og krimibøkur vera helst eisini gjørdar sjónligar.
Nú skrivaði eg aftur orðið krimibøkur. Og so kann eg ikki lata vera við at hugsa um mín egna uppvøkstur í eini kiosk niðri á keiini í Havn. Har seldu vit nógvar krimibøkur. Og cowboybøkur. Og Barbaru Cartland. Tá var hetta skírt lættisoppur og kiosklitteraturur. Eg kundi sjálvandi onkuntíð blíva eitt sindur flóvur av at selja slíkt og bleiv meir enn einaferð brikslaður, at eg handfór slíkan lættisopp. Tað hendi eisini, at eg las henda sopp. Sum tíðsfordrív, tá eingin góður forteljari stóð uttan fyri skivuna. Annars las eg aðrar bókmentir heima við hús umframt góðar tekniseriur, og tað geri eg eg enn. Og tað stuttliga, ella, eg veit ikki um tað er stuttligt, heldur tragikomiskt, at hesin sami kiosklitteratur og lættisoppur er í dag blivin fremsta andaliga føði millum okkara akademikarar. Allir lesa teir krimibøkur. Lurta bara eftir tærnakrimpandi programminum í kringvarpinum um hvat føroyskir akademikarar lesa, so er svarið altíð krimibøkur. Summi siga, at tey lesa slíkt fyri at kobla frá. Tað má so vera heilin ið verður koblaður frá. Í denn grad. Og hesin kiosklitteraturur er eisini tað fyrsta tú fært eyga á, kemur tú inn í ein bókahandil, ella inn á eitt bókasavn. Ikki bara í Føroyum, men í flest øllum londum í vesturheiminum. Hetta er eisini grundin til, at eg sjáldan longur tími inn í ein bókahandil ella eitt bókasavn. Eg blívi í so forbannað ringum lag. Men eg blívi ikki í ringum lag, tá eg frætti, at ein bókahandil aftrat má steingja, tí tað gongur ikki longur. Um eg gráti tá, so er tað við turrum tárum. Eg haldi at teir hava gott av tí. Av at teir altíð stillaðu lættisoppin fremst, í stakkum, og tær góðu bókmentirnar - um teir yvirhøvur høvdu slíkar - vóru altíð stillaður í einum eintaki pr. tittul á niðastu hill, so í øllum føri tey, sum høvdu ilt í knøunum, og ikki hildu seg til at bukka seg niður til tær. Og vit kenna søguna, at supermaknaðirnir fóru við allari lættisoppasøluni so nógvir bókahandlar doyðu og vit sum lesa bókmentir keypa tær á netinum, ella í onkrum vælsignaðum antikvariati. Og tað ringasta er, at lættisoppurin altíð fær rúm í fjølmiðlunum. Ummæli fáa teir altíð og stórar samrøður verða gjørdar við lættisoppahøvundar.
Tó fer tað neyvan at vera ummælt nakað serligt aftrat í Føroyum, heldur ikki lættisoppi. Kringvarpið sær út til at vera givið við at senda bókuummælir. Har snýr tað mest um hvørji tiltøk eru í teimum ymisku bygdarhúsunum kring landið. Og samrøður við ymisk fólk ið fáast við list og spurningarnir og svarini eru tey somu vit hava hoyrt óteljandi ferðir seinastu árini. Kringvarpið ger meir at reklamera fyri klichéenskum poppbólkum sum ljóða eins og allir hinir. Tó er onkur bólkur og einstaklingur sum ikki heldur tað vera skomm at syngja á føroyskum.
Kanska tora summi heldur ikki at ummæla, tí fólk eru so viðkvom. Serliga tey sum eru í familju við, ella eru vinfólk við onkran ið ikki fær eitt nóg positivt ummæli. Tá eru ikki nógv smíl at síggja. Fólk halda, at tað eru persónarnir sum hava skapt verkini, ið verða ummældir, og ikki verkini. Sjálvandi kann mann fáa gron av at fáa eitt ringt ummæli, men verðin gongur kortini ikki undir. Og hevur tú enn nossur undir tær, ella eina trivaligan galipinn, so skalt tú for helviti vísa teimum!
Nú havi eg so skrivað okkurt og tað var als ikki tað eg ætlaði mær at skriva í hesum kuldanum. Eg skuldi heldur havt skrivað um Føroyar sum listarligt menningarland, men tað má verða eina aðru ferð og so mugu vit menna okkum ímeðan.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar