lørdag den 28. juli 2012

ÍTRÓTTARSØKAN

Ólavsøkan verður sett við umparumpaprumpa tónum sum Havnar Hornorkestur spælir. Hesir gomlu tøfftøffarar sum kunnu skapa ein stemning sum kann minna um Nürnberg 1939. Og setanarøðarinnan sigur ikki eitt orð um Ólav hin Digra, men sigur bert nøkur innantóm propagandakend orð um tey ítróttarligu vælsignilsini, ungdómurin kann vera fyri. Hetta er vøo. ein ítróttarsøka (ella vøka sum orðið merkir hóast øll síggja út sum um tey sova sín ítróttarliga svøvn) og ikki ein Ólavsøka til minnis um tann digra norska kongin ið fall á Stiklastøðum, jú hon kláraði akkurát at takka hesum uppblásta Noregskongi fyri svøkuna.

Annars bara demagokiskt pseudoítróttrarheilsupropaganda, í Goebbelskum stíli (riggaði væl til horntónarnar), um hvussu sunn og góð fyri øll ítróttin er, bara tí hon hevur verið í fucking Kina og róð, ikki eitt orð um tann veruleika, at ítrótt er sera ósunn og vandamikil eisini. At ítrótt er sera ósosial, nógv vinarløg eru oyðiløgd, tí onkur vildi heldur dyrka ítrótt og vera vinir við aðrar egoistiskar ítróttardyrkarar.

Tað hevur ongantíð verið gott fyri ryggin at rógva, tvørturímóti. Og tað er sera skaðiligt fyri beinagrindina at renna. Fótbóltsspælarar sum gevast at spæla verða ofta alkoholiseraðir tá teir gevast at spæla, tí nú kunnu teir ikki brúkast meir og so sita teir bara á vertshúsum og reypa av tá teir skutu tað og tað málið.

Hon kundi eisini nevnt allar billiardirnar av krónum sum verða stoyttar niður í hetta óendaliga ítróttarholið uttan at vit fáa nakað afturfyri. Ella at ítrótt dálkar og oyðileggur landsløg, Gundadalur er eitt gott dømi. Og flestu ítróttarfólk eru nøkur andalig misfostur, tað kundi hon sjálvandi ikki koma til hugs, tí tað er hon eftir øllum at døma sjálv.Og setannarrøðinnar er lækni skilti eg, tað er ræðandi má eg siga. Hevur hon vunnið læknaprógvið í onkrari kapping?

Sjálvur havi eg ikki verið á Ólavsøku seinastu ellivu árini. Nú siti eg og sveitti í varmanum á Slættlondum og lurti eina løtu eftir Kringvarpinum. Tað geri eg ikki ofta, tí Kringvarpið sendir altíð so óvanliga vánaligan tónleik. Men fyri ellivu árum síðani fór alt um koll, minnist eg, uppi á Glaðsheyggi. Tað helt eg vera stuttligt. Men tað stuttligasta við Ólavsøkuni plagdi at vera, tá tú sat inni og drakk, einsamallur ella saman við øðrum. Og tá tú fórst út, komu nógvir flógvir skarpir niður um so tú merkti tað í fleiri dagar aftaná. Pínadoyðs abstinensir ein kundi fáa í gomlum døgum, uha uha. Havi ongantíð verið edrúur á Ólavsøku síðani eg fór at drekka sum trettan ára gamal. Trúgvi heldur ikki at eg nakrantíð komi at royna tað. Orki ikki allar hasar sparlabúnarnar sum edrúur luttakari og allar hesar ítróttartoskarnar.

Sum smádrongur fór mann altíð niðan til nonnurnar á Ólavsøku. Tær høvdu tombola og fiskihyl. Vinningarnir vóru teirra heimagjørdu, rundu sleikisneisir og kanska ein ásettur tyggigummipakki, tær høvdu tikið frá onkrum næmingi. Tær dugdu, nonnurnar. Fyri átta krónur keypti eg mær eitt krucifix sum hevur fylgt mær líka síðani. Tað hevur verið ein nógv betri vinur enn nakað ítróttardylhøvd.

Havi aldrin skilt at fólk ganga so nógv upp í kappróðurin, tí tað er tað mest keðiliga á jørð. Og havi sæð nógvar róðrar, uppvaksin sum eg eri niðri á keiini. Fullkomiliga uttan spenning at síggja til. Men lurtar tú eftir útvarpinum, so ljóðar tað eitt sindur spennandi. Tað er snýt, hann sum brølar í mikrofonina spælir sjónleik. Eg giti at hann fær sær ein skarpan ímillum róðrarnar fyri at halda tempoið allan vegin. "Nú skeyt hann fyri honum og nú skeyt hann fyri hinum, og tað var bara ein hálv bátslongd ímillum, hann hevði um stavnin á Bygdarbátinum og Havnarbáturin var tann longsti (hó hó skulu allir bátar ikki vera líka langir?" og aðrar frasir vera blástar út um landið alt.

Fyri ikki at virka sum ljósasløkkjari, so ynski eg øllum eina góða skítfulla ólavsøku við nógvum framsýningum og tónleiki og dansi og sangi og skerpikjøti og gøtumøti og ólavsøkufríggi sum helst er tað týdningarmiklasta á hesi hátíð, og ikki ítróttin, skál øll somul og latið vera við keypa lutaseðlar frá nøkrum ítróttarfelag, tí tey hava fingið nóg mikið og meira enn tað!.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar