ein minnist
navnið á tí
sum átti tey gomlu húsini
og hesin minnist
nøvnini á myndunum
sum hanga inni í stovuni
og hann minnist eisini ein
sum minnist navnið á tí
sum tók myndina av húsinum
men ikki av myndunum inni í stovuni
ein annar minnist
at navnið á tí
sum átti tey gomlu húsini
er skeivt
og hesin kann ikki minnast
nøvnini á myndunum í stovuni
í sínum egna minni
tí hann varð ikki konfirmeraður
saman við teimum á myndunum
og goymdi ikki kassabilar
ella gamlar kakudósir
sum spøkilsir hoppa upp úr
og tey siga at nútíðin er tíðarspilla
og tey geva tær gamlar myndir
av skipum sum liggja við bryggju
meðan onnur liggja úti á vágni
og tú mást læra teg nøvnini á teimum
so tú kanst liva og leingjast í minninum
tá tú ikki minnist meir
Ingen kommentarer:
Send en kommentar