onsdag den 4. april 2012
EIN LÍTIL TIL PÁSKIRNAR
Tá Fílurin bleiv bannaður, bílegði eg tíggju kassar à tveir fakturar. So kundi eg loysa ein faktura út hvønn fríggjadag í fimm vikur eftir at hann varð bannaður. Tað var fyrsta juli 1980 so eg havi drukkið Fíl á Ólavsøka. Tað var tað ølið vit drukku tá í tíðini. Fínsprittið bleiv eisini bannað, men eg bílegði bara seks fløskur av tólv møguligum. Vodka- og ginekstrakt fekst niðri hjá Haraldi í Gongini. Tað bleiv blandað við fínspritti, so tað tilsamans bleiv til tólv fløskur av vodka og gin. Fílurin varð nógv saknaður, tí nú skuldi tú drekka so nógv øl fyri at fáa eina góða hóming. Tá tú kom niður ein túr til Danmarkar, so var eitt tað fyrsta tú gjørdi, at keypa eina elefantøl. Men tú vart eitt sindur vónsvikin av smakkinum. Hon smakkaði ikki eins væl sum í Føroyum. Tað er helst sum við føroyskum mati. Hann smakkar ikki líka væl uttanlands sum heima í Føroyum. So eg gleði meg at koma aftur til Føroya at drekka elefant. Og kanska ein dag verður fínspritt aftur at fáa í Føroyum. Minnist einaferð í fírsunum úti í Kastrup. Ein kend býarmynd úr Havn, sum eisini skuldi við flogfarinum til Føroya, beyð mær út á vesið. "Vilt tú ikki hava ein ordiligan lítlan, sum í gomlum døgum?" Tá tók hann eina fínsprittfløsku fram úr beltinum. Hann hevði verið niðri ein ballingartúr og bara drukkið fínspritt og hevði eisini nakrar fløskur við heim. Hann var so skít, tá hann kom gjøgnum tollin í Vágum, at tollarirnir tímdu ikki at kanna hann ella viðførið. So var í øllum førum ein fínsprittkenning at síggja aftur í Havnargøtum.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar