lørdag den 11. februar 2012

LEYGARFROST

Eingin hugdi í gjár, heldur eingin í morgun. Men tað eru minus 5 stig úti nú og eg eri noyddur at fara út. Havi ein góðan tjúkkan jakka sum eg má lata meg í sum í eina troyggju tí snarlásið er í baklási. Og eg havi tvær húgvur á høvdunum, eina morreyða og eina gráa uttaná ta morreyðu. Tó havi eg tveitt allar mínar longu undirbuskur út tí tað er so vemmiligt at ganga í. Kennist sum um mann hevur skitið í buks. Tað er nokk at hava ullintar hosur á beinunum og einar góðar kúbumplabrøkur. Og eg havi ullintar hanskar. Leðurhanskar verma ikki ein lort og eg lagt teir á hillina. Eri eisini longu troyttur av tí nýggju fløguni hjá gamla stunaranum Leonard Cohen. Mær dámar bara eitt lag, Darknes, restin er bara vanligt stunarí. Og hann er ein gomul krukka. Nakað størst skald verður hann ongantíð. Bara miðal. Helst tí fór hann á sinni at seta lag til sínar yrkingar. Tú pjøvist ikki at vera nakað stórt skald fyri at skriva sangtekstir, tí løgini og røddin taka altíð valdið. Og stunarin hevur gjørt fleiri góð løg, tað skal sigast. Og mær dámar best teir gomlu sangirnar, fram til various positions. Síðani er tað mest stunan ið er komin úr honum. Kanska tí hann legði av at roykja. Hann dugdi so væl at gera roykringar, sum tað sæst á onkrari plátukápu. Kanska skuldi hann farið og roykt aftur og givist við at stuna.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar