søndag den 13. juni 2021

MØRK

        


 
        

 

 

teir sum merkja

markið og kenna tað sum um

teir ongar kenslur hava

so teir køva náttargalan

við spræni frá uppblástum varrum

men einki hoyrist um tær

sum ikki sveiggja lurkin

td eina nátt

sum hina náttina

tá vit øll hildu

at vit sótu í einum seinnaparti

og drukku kaffi

og tingaðust um

hvat vit skuldu gera við dúgvurnar

og teirra kurrandi skvetting undir loftinum

so tey sum ikki brúktu mjólk útí

hildu at tey gjørdu tað

og í somu løtu

komu svartklæddar lurkasveiggjarinnur

upp úr gólvinum

og slóu frá hond

við ímyndaðum lurkum

og einki hjálpti

at vit lótu sum náttargalin

tí tær kendu hann líka illa

sum tær kendu okkum




*

Ingen kommentarer:

Send en kommentar