onsdag den 17. april 2019

VITJAN




ætlaði mær ikki inn her
men tá eingin annar
hevur verið her í dag
so kundi eg eins væl
støkka inn á gólvið
og hyggja upp undir loftið
meðan onkur annar
hevði kveitt yvir á
eitt bróst fyri og annað eftir
tí har hanga forvitnisligar myndir
við fyndugum tekstum á
men loftið sær væl út
einki spor eftir flugum ella
øðrum kyktum og gólvið
sær næstan út sum um
onkur hevur vaskað tað í gjár
ella fyrradagin
tá vóru eisini nógv fleiri vitjanir
so ein skuldi trúð
at hetta var eitt sjúkrahús
og ikki ein sjálvtøkuhandil
við ókeypis yrkingum
og málningum

 
.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar