tirsdag den 13. marts 2018

TVÆR SÍÐUR AV VINYLI

 Henda LP-plátan var sjálvandi alt ov góð til at vera við á tí amatørføroyska tupperwaretiltakinum FMA. Tað er í sjálvum sær ein alstórur heiður, at ikki verða tilnevndur.


 Her síggja tygum kápuna aftan. Inni í er mangt gott, ið ikki verður avdúkað her, men verkið fæst til keyps niðri hjá Steinprenti á Skálatrøð.





*


tá tað kavar
síggi eg
ein film

tá eg
síggi filmin
regnar tað

tá eg
síggi regnið
filmi eg
kavan

tá eg skal
vísa filmin
fyri øðrum
skínur sólin
og eg siti
einsamallur eftir
og síggi 
kavan



:



.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar