torsdag den 29. juli 2021

HEITI

 

 

eg eri ikki riddari

av nakrari brók

havi ongantíð

sitið á rossabaki

so eg hevði neyvan riggað

at verið ein slíkur

 

um tað skuldi hent

at eg varð tvungin 

at bera riddaraheitið

so kundi eg verðið riddari

av brókaloysinum

men at sita á rossabaki

á fyrsta sinni

og á mínum aldri

tað hevði heldur verið ein revsing

enn ein heiður

og serliga ringt hevði tað verið

at sitið har brókaleysur 

 

nei álvaratos

so vildi eg heldur

verið ein vindmylla

ella eitt fuglaskrímsl

í holutum brókum

sjálvandi


 

 

 

 





 







                                                                                *        


Ingen kommentarer:

Send en kommentar