tirsdag den 14. oktober 2014

ANDARÚM






pínslaváttar í hvørjari krubbu

hóast eingin krubba er at finna

og í hvørjari skuffu

og skuffurnar eru nógvar men eingi skáp

hvat skal eg við slíkum myndum

sum detta niður av bróstinum

stovan er full av slíkum

sum ikki kann anda ella andast

vindeyguni kunnu ikki latast upp

og hurðin bara í myrkri

tá eg tveiti meg sjálvan út

sum ein ónýtiligan dreym

um gulnaði brøv full av spøkilsum

ið ikki vilja vera her

tí eingin er at spøkja eftir

















.

lørdag den 11. oktober 2014

FALL





    tey stava seg
   inn í millum planturnar
  bæði tey blindu og tey orðblindu
tey eygagóðu og tey sum eta tøl
og øll tey gløggu og hálvgløggu
eins og 
flogvitini og tey sum
 duga at lesa og hava
  eina hampiliga góða sangrødd
   tey royna øll at krógva seg
    í einum sangi
      har bløðini
       ikki vilja kennast við føllini
    og føllini
   vilja ikki vera í sanginum
     fyrr enn heystið
       hevur lagt alt bert eftir seg
         og einki er eftir at benda
           ella at syngja um








.

tirsdag den 7. oktober 2014

MEG DROYMDI





meg droymdi
ein øgiliga
gamlan dreym
hann var so gamal
at hann bara kann minnast
um tú sjálvur
ert øgiliga gamal
og hevur droymt
ein øgiliga
gamlan dreym
tú ikki vilt minnast
tí tú ikki vilt
verða mintur á
at tú ert sjálvur
ein øgiliga
gamal dreymur















.