søndag den 26. januar 2014

FAR OG SIT

Førki meg. Fari til síðis so tað farna kann fara. Gangi og eri. Eri sum ein sum er her. Ein sum var har. Ein sum førkaði seg. Legði nakað á okkurt annað. Flutti okkurt av borðinum sum hevur staðið nærri vindeyganum. Flyti meg tá eg skal vita rætta virðið á vektini. Seti meg ikki bara tí eg skal sita. Sat har í áðni og gánaði. Reisti meg upp sum ein ið hevði ligið fram eftir rommum. Hvørt eygnablunk ger meg eldri men eg sigi einki við tíðina. Tíðin er bara nakað sum hevur okkurt at gera við tað tá tú flytur teg frá stólinum og yvir á sofuna. Sofan hóskar bæði til ellina og tað ófødda. Skapanin er ikki eitt rúm men ófødd tíð. Tú verður aldrin liðugur so leingi tú førkar teg. Tú hevur førkað teg úr einum minni í annað. Tú vendir tær við. Tað førkaða sigur einki. Tað stendur ikki við gravarbakkan. Liggur ikki niðri í grøvini. Grøvin er ikki grivin. Tað førkaða livir enn. Tað fer altíð at liva. Gongur. Ekur. Rennur. Stetlar. Svimur. Súkklar. Tað farna er endurføðing. Minnið er endurnýtsla. Ikki hugsa um mold. Ikki hugsa um jarn. Ikki hugsa um hav. Hugsa tær at tú loftaði sjónini sum sá teg í akkurát teirri støðuni sum hon so ofta fyrr hevur sæð teg. Flyt teg aftur. Hygg inn í veggin. Tann tóma veggin. Tann tóna veggin sum møðin noyddi teg at mála við hørðum strokum. Framtíðin hevur so ofta verið her og skrætt tapetið av vegginum. Framtíðin er ikki turr enn tó er hon so gomul. Set teg.

torsdag den 23. januar 2014

HALDA TIT IKKI EISINI TAÐ



Tað er ólukksáligt sum tað er keðiligt á facebook. Tað er so óalmindiliga keðiligt á facebook. Eg skilji ikki at nakað kan vera so keðiligt sum facebook. Facebook er tað keðiligasta á jørð. Eisini tað keðiligasta á himni um facebook var har uppi. Facebook er bara tað keðiligasta sum er til. Eg kenni nógv keðiligt men einki er so keðiligt sum facebook. Tað er heilt ótrúligt sum facebook er keðiligt. Tað ber yvirhøvur ikki til at forklára hvussu keðiligt facebook er. Facebook er bara tað allar allar keðiligasta. Tað er bara so mega mega keðiligt á facebook tí facebook er barasta so keðiligt. Eg kundi ikki droymt um at nakað var so keðiligt sum facebook. Facebook er bara ein stórur keðiligur niðurtúrur. Facebook keðir meg til deyðis. Eg veit ikki hví nakar hevur uppfunnið nakað so keðiligt sum facebook. Er facebook uppfunnið tí at verðin skal verða ein stór keðilig facebook. Tað er sjúkliga keðiligt á facebook. Hvussu ber tað til at nakað er so keðiligt sum facebook. Tað er heilt ófatiligt at facebook kann vera so keðiligt. Um nakað yvirhøvur kann verða keðiligari enn facebook so skuldi tað fingið eina stóra gullmedalju. Tí facebook er altíð allarfremst í keðiligheit. Einki annað hevur heldur nakrantíð verið so keðiligt sum facebook. Trúgvi heldur ikki at nakað fer at verða so keðiligt sum facebook. Facebook er bara eitt stórt keðiligt hooooooooooooooooooooooooooooooooooooooool.


onsdag den 22. januar 2014

FYRRAPARTUR




meðan
hon tekur
lortin upp
eftir hund sín
hugsar hon um
hvat hon skal keypa til døgurða
til mannin og børnini

sjálv
skal hon einki hava














,

lørdag den 18. januar 2014

TAÐ KOMANDI FARNA



Tað sum er farið, kemur ongantíð aftur, siga sum so syrgiligani, men hevði tað bara verið so, tí tað er nevniliga so forbiðið, at tað sum er farið, kemur altíð aftur, um tú enn hevur hampiliga gott minni





tað sum kemur
fer ongantíð aftur
siga summi so syrgiligani
men hevði tað bara verið so
tí tað er nevniliga so forbiðið
at tað sum kemur
fer altíð aftur
um tú enn hevur
hampiliga góða gloymsku

søndag den 12. januar 2014

BÓKALAKSADAGAR



hví hugsi eg um bókadagarnar? er tað tí eg ikki havi hugsað um teir, síðani eg var á teimum einaferð í november? nei, tað er tí at eg hugsaði um laks. føroyskan alilaks sum dálkar okkara havumhvørvi og gøgn. tí á bókadøgunum var sjálvandi borðreitt við hesum forkolaða alilaksinum niðri í einum betongaðum kommunalum glashúsi við tí misvísandi navninum perlan. longu umborð á flogfarinum verður laksurin trýstur niður í teg. var eisini á bókamessu í gøteborg fyrraárið og tá vóru hesi laksalíkini eisini sett á tær føroysku bøkurnar. og eg havi frætt at hann eisini verður trýstur niður í týskarar og onnur á bókamessuni í frankfurt. laksurin skal lokka útlendingar at koma til føroyar og at keypa føroyskar bøkur. bøkur ja. tað vóru eisini bøkur á bókadøgunum. men ikki serliga góðar bøkur. onkur góð skaldsøgu og nøkur góð yrkingasøvn. annars tær vanligu triviellu krimibøkurnar við einum morði á hvørjari blaðsíðu. konubukarabøkur um konur sum lata seg buka av monnum er tað nýggjasta nýggja og sum vit helst fara at síggja nógv til í framtíðini, fólk elska øll sløg av harðskapi. krimibøkurnar vóru byrjanin, síðani komu konubukarabøkur og tað næsta verður helst mannfólkabukarabøkur og barnabukarabøkur. og so vóru eisini  skipabøkur í hópatali. tær eru eisini rættiliga populerar. skipafidusbøkurnar. eisini um skip sum gingu burtur eru pengar í. ein tunnan sentimentalan tekst og nógvar fotomyndir so selur lortið. haldi at vit føroyingar fara illa við okkara sjólátnu. fyrst verða andskræmiligir minnivarðar settir yvir teir, sum havið tók, um landið alt og síðani verða upp aftur andskræmiligari bøkur skrivaðar um teir. okkurt frægari átti minnið um teir uppiborið. annars var hugnaligt á bókadøgunum. tú hittir nógv fólk sum sjálvandi ikki keypa tína bók. bókahandilin sum var har, seldi bøkur í tonsatali. skipabøkur, krimibøkur og lættar og leskiligar kókibøkur sum so saman vera settar á ein bestseljaralista sum vísir hvussu lítið skil bókahandlarar hava fyri bókmentum.  hjá teimum snýr tað seg bara um pengar sjálvandi. og pengar eru ikki í góðum bókum. tí eru góðir høvundar altíð so fátækir. eg gjørdi eisini steinprent og las upp saman við øðrum á hesum døgum. summi høvdu navnaskelti á bringuni. so síggjast kundi hvør hevði rætt til ókeypis laks og vín sjálvandi eisini. men har var eisini annað at fáa enn laksur. tí til miðmála, sum summi kalla frokost, bar til at fáa suppu, salat ella bæði tvey. eg fekk mær suppu. haldi tað var høsnasuppa. og tá eg so siti og súpi suppuna, kemur ein velbastaðmaður, sum skuldi spæla kontrabass aftan fyri eina syngjandi jakobinu, yvir til mín. hyggur niður á meg og sigur: nei eg vildi bara vita um tú brúkti pirpinssneis ella skeið at súpa við! og so sat eg eftir og hugsaði at tað kanska var eitt gott hugskot, at fari og gjørt pirpinssneisir, sum eisini kunnu brúkast sum súpuskeiðir, heldur enn at skriva bøkur sum tú ikki fært eitt oyra fyri í hesum íverksetaratíðum.

lørdag den 11. januar 2014

GULUR VINDUR





nú fari eg
ein speglvendan túr
út og inn í málið

tað kennist sum
at ganga síðulens
meðan tú pissar

og rópar mamma hjálp
eg havi mist málið burtur
í mínum egna gula hyli

sum vindurin
hevur spjatt
í allar ættir







-

fredag den 10. januar 2014

TANN GIKTAPRÝDDI FØROYSKI DANSURIN BIÐUR UM KALYPTISKAN HEILIVÁG EINA ØLD FRAM OG TVÆR AFTUR



Tað gongur støðugt framá tá eg ikki eri á aljótini. Eg tori sjálvandi ikki at spegla mær og samanlíkna meg við hana. Men skriftina vil eg fegin samanlíkna meg við tá eg fari sjaggandi út ímillum trøini. Myrkrið er bliknað nakað í síðstuni, tó er tað ikki gránað. Tað torir enn at reiggja og sveiggja sum í nátt tá tað vaggaði meg í blund. Og tá eg vaknaði aftur fór eg yvir til telduna og segði: aljóta aljóta mín, teg vil eg ikki tendra, tí blíði blýantur mín skal eiga henda dagin so hesin verður eins blíður og hann.

PROKURISTISKUR KJÁLKABRUNI Í RINGUM SÓLARGANGI SO OG SO NÓGVAR DAGAR ÁÐRENN TRIÐJA SUNNUDAG Í TRINITATIS






Eg skrivi ikki nógv á mínum bloggi, men tað er tí at eg skrivi mest við blýanti. Haldi at alt sær so ljótt út á alnótini. Alnótin er eitt tað ljótasta uppfinnilsi eg veit um. Tey flestu brúka hana eisini sum bukku. Teldugrafikk og fidusfotoshopping fáist eg ikki við. Tað er alt ov lætt. Har er eingin tyngd í. Eingin dýpd. Haldi ikki at mjørki og býantur hava nógv til felags annað enn at Smyril fer kortini suður.

fredag den 3. januar 2014

HARUR OG VIKA



fimmtúsund og fýrahundrað harulystmorð eru framd í føroyskum haga henda harulystmorðsveturin og sjónvarpið vísir harulystmordara  - í cowboyhatti og tasku at koyra ofrini í - lystmyrða hetta fitta dýr
sum er nógv fittari enn ketta sum drepur okkara fuglar og øll elska tað men fyrst og fremst konufólk tað tykist sum konufólk hava ein vissan tokka til rovdýr tað sæst eisini av øllum uppstandilsinum tá eitt av okkara frægu skaldum druknaði nakrar nýføddar kettlingar. harragud vilja tey hava alt at stinka av kettu? eg havi sjálvur tveitt duramottu mína í skrell tí at kettan hjá undirbúgvanum heldur tað vera so stuttligt at skíta á hana, men rovdýraánarar eru so skít býttir at teir síggja ikki at hetta er nakað problem, teir halda bara kettur eru so fittar og mjúkar og børnini elska tær og brúka tær sum leikutoy og tey stinka øll av kettu og tað luktar álvaratos ikki væl. her sum eg búgvi í skóginum er eingin smáfuglur longur orsakað av hesum oreina dýri, íkorn halda seg eisini burtur, men hesir góðdýrutu kettuánarar halda áfram at kela og kína hetta ódýr og lata tað eta av sama telerki sum ánarin, gongur uppi á køksborðinum og dregur allar sjúkur við sær upp í seingina hjá henni og honum sum eiga hetta falska og smikruta dýr

suðri í vági ganga tey kyndlagongu á nýggjárinum so eg helt fyrst at tað var klu klux klan men synd at hasin báturin skuldi fara upp í royk men hann var helst kavrotin ella hevur eigarin fingið sær ein av hesum ljótu glastrevjabátunum sum skemma hvørja einastu bátahavn í landinum?

og sum tað er synd eisini í róðralivari at hann ikki verður roknaður sum ítróttarhetja bara tí hann hevur róð úti á havinum. álvaratos er tað so fínt at vera ítróttarfólk? eg havi altíð hildið tað vera stóra skomm at spæla við bóltar og renna og rógva bara fyri at fáa onkra medalju, hvat høvdu okkara forfedrar sagt sum settu búgv á okkara sparlaoyggjum? teir róðu eisini allan vegin til oyggjarnar og summir komu kanska ongantíð fram. men ítróttarmenn? nei. alt ov trivielt. tað tykist sum at meiri og meiri fólk trena og venja og øva sær kroppin tess býttari gerst vit og skil. tann andaliga armóðin er væl ballað inn í ítróttarinnar følsku og vøddaljótu mýtur

onsdag den 1. januar 2014

NÝGGJÁR





hann setur
eld á bilin
so tað sær út
sum á filmi

síðani
festir hann í
seg sjálvan

tí lívið
skal eisini 
lýsast
























+

ELLA




í dag minnist eg einki. alt er gloymt. fari upp í royk gamlaárskvøld. men eg havi ikki brent góðar plattar sum summi gera í oyðslukommuni tórshavn.

ella:

minnist eg nakað frá í fjør? hvat sigur føroysk rættstaving? ella ellistvørbøllini í hinum bólkinum?

ella:

tað var okkurt við eini virðisløn. í klaksvík. klaustrofobi. jú har var eitt ella annað. húsið. saltfiskur. mær dámar ikki at lúgva, men eg hevði ikki hug at særa klaksvíkingar, tí innast inni eru teir fitt fólk, tá teir spurdu meg um, hvat eg helt um at hava slíkt tiltak í hesum húsinum, sum teir eftir øllum brosum at døma vóru sera stoltir av. eg leyg og segði at tað var frálíkt. men eg meinti tað øvuta. tað var ræðuligt. og húsið fekk meg eisini at lúgva, at eg ikki orkaði at halda røðu, tí eg var so rørdur. eg var ikki rørdur men forbannað móður og ringur av klaustrofobi og nakað so ólukksáliga heitur í hasum lága hølinum, har mann ikki so frægt fekk serverað so mikið sum eina pissøl. men kaffi og tevatn og fucking smyrjibreyð. og aftaná  handanina kom kaka á borðið eisini. pínadoyð sum tað var deiligt at stevna aftur ímóti høvuðstaðnum við sínum bjórum og flógva cognakki.

men pengar fekk eg ongar fyrr enn fleiri vikur seinni og tað sigur nóg so nógv um føroyskan stíl. ella rættari: vantandi stíl. tevatn, smyrjibreyð og kakur undir lágari lon í klaksvík og ikki eina krónu.

tað fyrsta eg gjørdi tá pengarnir vóru komnir inn á kontuna, var at fara oman til brillusmiðin við mínum svørtu brillum sum manglaðu eina brillustong. og so fekk eg eisini sett nýggj gløs í tær gomlu japonsku frá 95 so eg kundi síggja normalt aftur. og bílegði luxusútgávuna av velvet underground & nico sum er sum ein stór bók við fimm fløgum í og annars lógu nógvar rokningar og bíðaðu og eg keypti nýggjar cowboybuksur og fleiri nýggjar skóghøggaraskjúrtur í ymsum litum og fleiri tjúkkar tupur av oljumáling somuleiðis við ymsum litum og uppspent lørift í hópatali og eitt borðstaffeli at hava heima og nú eri eg akkurát líka fátækur sum tá eg fór til klaksvíkar undir ta lágu lonina at drekka tevatn ella var tað kaffi og fucking smyrjibreyð men eg minnist ikki um eg át nakra kaku. kanska gjørdi eg tað, tí viðhvørt má eisini eg hykla við breiðum følskum brosi saman við øllum hinum hyklarunum við minst líka so breiðum følskum brosum. so helst havi eisini eg etið kaku og vil við hesum seta mær sjálvum bann í nýggja árinum at eta so mikið sum ein kakumola, tí annars verði eg bara mintur á, tá eg á sinni hyklaði í klaksvík.

nakað aftaná bleiv eg so álopin av eini korrektari snurpufisu sum penslaði meg við lygnum á bloggi sínum og eg svínaði afturímóti á bloggi mínum við tí úrsliti, at ein rosinoygdur dólgur á dimmalætting setti meg á forsíðu blaðsins, har tað stóð, at tað var eg sum  hevði lopið á. tað skuldi hann aldrin havt gjørt, tí slík svávulstinkandi forbannilsir sendi eg eftir dimmalætting, at hon nakrar mánaðir seinni fór á húsagang.

ella:

lesarin kann orða sína egnu versión.






+