torsdag den 31. januar 2013

HER



eg búgvi

beint áraka

fortíðina



her er gott

at vera


alt er steðgað upp

og eingin klagar 













.

EIN NEMIILIG KONA


alføgur

alvøkur

andlitsfríð

ásíggilig

ásýnilig

ásjónlig

ásjónlig

bráðfríð

bráðvøkur

dárandi

deigilig

deilig

dragandi

dýrdarføgur

eigandi

eiggilig

eiggin

eigilig

føgur

føgurlig

fitt

fríð

fríðlitt

fríðoygd

holdfríð

huglig

hugtakandi

kálvasnøgg

klæðilig

leskilig

ljúvlig

ljúv

nemilig

ovurvøkur

pen

penlig

skøffilig

skøflig

skøfnalig

stílfríð

stílrein

søt

søtamikil

søtlig

tekkilig

tølandi

undurføgur

undurvøkur

unnilig

veglig

vælvaksin

vælvorðin 

vøkstrilig

yndig

yndisføgur

yndisfull

yndisvon

yndug

ynnilig

ynnislig

vælskæpt

vælskøpt

vælvaksin

vælvorðin

von 

Víst verður annars til greinirnar omanfyri:

EITT SINDUR UM MÁLIР

og 

EITT SINDUR UM LUSKARAR 

og

UMBERING 

og

ikki minst:

UM HEIMVITSFERÐINA

niðanfyri


fredag den 25. januar 2013

TØKK





Tøkk til øll Til Lukkuni frá teimum Til Lukkuligu. 

Tøkk til tey øvundsjúku so eg kann unna teimum misunnilsið. 

Tøkk. Tøkk. Tøkk. 

Tøkk fyri 

at tøkk 

rímar uppá bøkk 

og at takk 

rímar uppá maðk.







.

søndag den 13. januar 2013

ROT OG RUSTUR

Spennandi verður týskvøldið, tá avdúkað verður, hvør tann gamli træskiparin er, sum fær Mentanarvirðisløn Landsins handaða í Spaniastovu í Klaksvík. Eg skilji ikki, hví tað skal vera ein træskipari. Í Føroyum eru nógv stálskip bygd - ella smíðað, sum málmenn siga at tað eitur -  seinastu hálvtrýss árini. Nógvar vakrar skútir úr stáli. Satt at siga eru fleiri stálskip smíðað her á landi enn træskip. Tá hugsi eg ikki um sluppungar. Og stálskipini eru nógv meiri føroysk enn hesi innfluttu træskipini.Skulu vit ikki varðveita hesar vøkru stálsnekkjur? Fleiri eru seldar av landinum. T.d. hin snøggi Norðvíkingur sum mangan hevði ein fyrrverandi mentamálaráðharra sum skipara og sum eisini var medánari av hesum stolta stálfari. Sami mentamálaráðharri gjørdi einaferð tað bragd, at keypa ein grindadrápsmálning hjá Mikinesi heim aftur til Føroya lands. Kundi núverandi mentamálaráðharri ikki gjørt eitt bragd og t.d. keypt Norðvíking aftur? So vit eisini fingu eitt minni um føroyskt stálskipasmíð, tá tað er best? Vit eiga ikki bara at goyma avdankaðar bretskar dangur. Rustað stál er nógv vakrari enn rotið træ. So eg vóni, at næsta ár, fær ein rustaður stálskipari Mentanarvirðislønina eftir sum ein rotin træskipari fær hana í ár.

TEY BÆÐI




mánin

át eina

sitrón

og fór

upp



sólin

át eina

appilsin

og fór

niður







.

FONGUR




kysti

upsan

á munnin

og tveitti

hann

út aftur:


bít á aftur

tá tú

hevur fingið

eitt annað

navn

og tá eg

eri vorðin

troyttur av

grønum




.






.

BØURIN



bøurin er
ektaður
oljulitur

vandaleysur
at anda inn
tá hann er turrur

hevur tú
hoyfepur
er bøurin
ektaður
vatnlitur

men tá mást tú
ráðføra teg fyrst
við læknan um
hvar bøurin
skal hanga







fredag den 11. januar 2013

RENNINGARFERÐIN

Tað er øgiligt sum teir renna. Havi ongantíð sæð sovorðið. Eitt øtiligt rennarí. Teir renna og renna. Og teir renna og renna í hølunum hvør á øðrum. Eg veit ikki hví teir renna so. Renna og renna.  Havi aldrin sæð slíkt rennarí áður. Tað var ikki gamalt at renna so. At renna og renna. Og teir renna skjótari og skjótari. Og nú renna tær eisini. Tær renna eisini við øgiligari ferð. Tað havi eg ikki upplivað fyrr at tær renna so skjótt og títt í halaferðini hvør á aðrari. Og tá tann eina er farin um hornið við fullari ferð so koma aðrar rennandi aftaná. Hatta var heldur ikki gamalt. At tær renna soleiðis sum tær gera. Tað er øgiligt sum øll renna. Renna og renna. Eg veit ikki hvørjum tey renna eftir. Eg veit heldur ikki hvørjum tey renna undan. Eg veit bara at tey renna. Renna og renna.

onsdag den 9. januar 2013

LÁT

Eg veit ikki. Spyr ikki meg. Eg havi ilt í búkinum. Finni ikki skósvertuna. Finni heldur ikki svartaskógvarnar. Og skjótt verður hált aftur og tá kann tað gera tað sama. Og eg eri ímóti píkum. Og salti. Og sandi. Mær dámar best at ganga. Og eg eri ímóti bilum. Og bussum. Og jeppum. Og lastbilum. Og tokum. Og lunnavagnum. Og flogførum. Og súkklum. Og prutlum. Og skutarum. Og motorsúkklum. Og rulliskoytum. Og rennifjalum.Og ísskoytum. Og skíðum. Og sparkarum. Og sletum. Og renniskóm. Og gummistivlum. Og barnavognum. Og rollatorum. Og prukkum. Og rossum. Eg eri ímóti øllum tá eg ikki finni skósvertuna. Og svartaskógvarnar. Og tá eg havi ilt í búkinum.












.

mandag den 7. januar 2013

NÝGGJÁRSKREMATORIUM

Havi fingið eitt brek í fjølina. Kanska tann nýggi depilin kann hjálpa mær. Yrkingin "Minningarorð av himnum" hvarv í gjár, tá eg skuldi rætta eina villu. Mundi tað vera onkur í erva, ið trýsti á onkran knapp, sum eg ikki veit, hvat er?  Eg ætli mær at sníkja meg úr facebook, so skjótt eg finni úr av, hvussu ein ger. Tú selir als ikki fleiri bøkur, um tú reklamerar fyri teimum á facebook. Og fleiri koma heldur ikki til framsýningar. Tvørturímóti. Eg tosi av royndum. Og tað er líka feitt, um hvør dámar hetta ella hatta. Tey flestu meina einki við tað. Umframt øll tey sum eru ov feik at meina nakað, ella at dáma nakað. Øll eru so forbannað bangin og sita og skíta í buksurnar, tá tey ikki míga í seingina. Her hugsi eg bert um føroyingar. Sjálvt um føroyingar eru so forbannað gírigir, at teir ikki keypa skaldskap, so oyðsla teir kortini pengar uppá dreingjabókakendar krimibøkur, kókibøkur og upp á bilar. Teir kunnu ikki liva uttan bilar. Tað man vera tí at okkurt bilar. Í erva. Innast inni eru allir føroyingar sambandsmenn, eitraðir við kriminellum fólkafloksgenum. Helst eru allir føroyingar eisini klakssvíkjarar. Ja. Smakkleysir klakssvíkjarar. Við hvør sínum Summarfestivali uppi í reyvarholinum. Eisini eg.

søndag den 6. januar 2013

UM HEIMVITISFERÐINA






Eftir øllum sólarmerkjum at døma, ber ikki til at bíleggja nógv hataðu bók mína 

Heimvitisferðin á heimasíðunum hjá bókahandlunum. Eg veit ikki hví bókahandlarnir hava so 

nógv ímóti mínum bókum. Tí vil eg boða útisetum frá, at teir kunnu bíleggja Heimvitisferðina 

frá mær við at skriva til mín: poulsen.troddur@gmail.com og skal eg senda hana við autografi 

og tað heila.













EIN VEMMILIG KONA

sunnudagur tann 27. januar 2013

Ein vemmilig kona er úti eftir mær.  Haldi at hon er úr Sørvági ella okkurt sovorðið. Og tað í sær sjálvum sær er ikki gott. At vera ein vemmilig kona og úr Sørvági. Og so sigur hon, at eg eri ein fínur yrkjari. Tað sigur henda vemmiliga konan. Helst fyri at fáa meg at halda uppat at yrkja. Eg vil ikki, at sovorðnar vemmiliga konur úr Sørvági skulu dáma mínar yrkingar. Serliga ikki tá tann vemmiliga konan úr Sørvági er serfrøðingur í føroyskum krimibókum. Og helst eisini barnabókum. Og tann vemmiliga konan sigur, at eg við grátirødd tók ímóti prísinum. Tað passar ikki. Tann vemmiliga konan lýgur. Eg græt ikki, men brosaði av sonnum og var sjálvandi glaður fyri heiðurin. Og hvat rakar tað hesa óreinu, vemmiligu konu úr Sørvági. Eg havi ongantíð skrivað undir uppá, at eg ikki skal taka ímóti eini væl uppibornari heiðursløn.  Tað skal eg fortelja teirri vemmiligu konuni úr Sørvági og sum als ikki hevur sett seg inn í málið. Eg skrivaði undir, skal eg fortelja teirri vemmiligu konuni, at eg ikki vil vera við til tiltøk, tá ymiskir útlendskir gestir koma á vitjan og landsstýrið vil hava føroysk listafólk at undirhalda teimum. Tað hava fleiri roynt at greitt frá í øllum hugsandi miðlum. Men tað fatar henda vemmiliga konan ikki. Men summi elska at problematisera. Sigst, at tey ganga á skeiðum at læra at problematisera. Serliga sovorðnar óvaskaðar, illavorðnar snurpufisur  sum vóru virknar í ymsum krympibólkum í sjeytiárunum. Og sita nú og lesa krimibøkur. Og helst lesa tær eisini barnabøkur.  Ja, tað skuldi ikki undrað meg, at tær eisini sita og lesa barnabøkur. Og eg havi ikki ilt í bringuni, skal eg heilsa vemmiligu konuni. Havi onga medalju fingið. Og pengarnir eru enn ikki komnir. Men eg fekk eitt heiðursbræv, sum ein ministari (tænari) handaði mær. Ein nevnd við so og so nógvum serfrøðingum innan mítt virkisøki mælti til, at eg fekk virðislønina. Og pengarnir vóru frá føroysku skattaborgarunum. Fólkinum. Og fólkinum takkaði eg við at lesa upp úr Avbyrgingum. Eg kundi eisini lisið upp úr apokalyptisku bók míni Heimvitisferðin. Eg kundi lisið yrkingina Konulistasavnið, sum tann óreina vemmiliga óvaskaða krimikonan úr Sørvági heldur er um happing. Og so nevnir tann vemmiliga, tápuliga konan úr Sørvági sum helst eisini lesur barnabøkur, at eg bleiv happaður sum barn, tí eg var reyðhærdur. Hon háðar meg, tí eg bleiv happaður og bankaður av lærarunum. Henda svínska lygnarinna úr Sørvági, og sum eftir øllum at døma hevur lisið øgiliga nógvar barnabøkur, roynir at gera gjøldur burtur úr, at eg bleiv happaður sum smádrongur. Ì Kringvarpinum bleiv eg spurdur um tað, um eg bleiv happaður, og eg svaraði ja og hvussu mamma mín, sum ikki er ein vemmiliga kona úr Sørvági, segði mær, hvussu eg ikki skuldi lata meg happa og hon gjørdi meg stoltan av at vera reyðhærdur. Men slíkt skilir henda spýggjuliga, vemmiliga, vulgera, krympikonan úr Sørvági ikki. Tí hon dugir einki henda spýggjuliga, vemmiliga konan úr Sørvági. Ikki so frætt sum at fremja eitt karaktermorð. Og hevði eg ikki tikið ímóti heiðurslønini, so hevði henda ónda, hálvbýtta snurpukonan úr Sørvági háða meg og sagt, at eg var ein ræðuskítur sum ikki torir at taka ímóti heiðurslønini. Tað hevði henda ljóta kellingin úr Sørvági, sitandi á sínum hýggjuskotna galipinni, sagt. Henda vemmiliga, stinkandi merin úr Sørvági sum bara dugir at vera vemmilig.




PS Mánadagin tann 28. januar 2013 fekk eg eini boð á Físibókini frá ein drynjandi snorbremsu, at um eg ikki sum skjótast kom við eini umbering til systir sína vegna tað, eg havi skrivað um hana, so ætlaði hann sær víðari við málinum. Svaraði, at so mátti systir hansara fyrst geva mær eina umbering fyri sítt óreina álop á meg. Slíka umbering havi eg ikki fingið. Helt kortini at eg skuldi rætta hondina út við at strika mítt mótálop við teirri vón, at so strikaði áleyparin sítt álop. Hetta hevur áleyparin ikki gjørt. Og tá eg ikki vil hana hennara lygnir sitandi á mær, leggi eg við hesum mítt mótálop út aftur.

PSPS So endaði mótálopið her niðri. Ágangurin bleiv í so ógvusligur frá alskyns trongskygdum snurpuløllum. Tann innari humorleysi svínhundurin goyði og goyr enn um alla Físibókina. Føroya fúlasta blað fylgdi svínarínum upp við eini hetz. Á forsíðuni gjørdi blaðið meg til áleyparan.  Annars er tað áhugavert, at tann drynjandi snorbremsan, landsbókavørðurin, ovasti verji av føroyska bókmentaskattinum, skal hótta meg við at koma við umbering eftir at eg sjálvur havi verið álopin av hansara nærmastu. Ikki minni  áhugavert er tað, at ein granskingarhjálpari á Føroyamálsdeildini brennur mínar bøkur. Hvar eru forsíðurnar? Og Heini Lusk?

torsdag den 3. januar 2013

Í HESI TÓMU FRAMTÍÐ

Haldi at tað er prumpens at brúka orðið hugfarsligt. Og tað orðið fari eg heldur ikki at siga ella skriva í ár.

Ætli mær heldur ikki at síggja hesar vanligu amerikonsku filmarnar við teimum somu bráðvøkru og klistrutu andlitinum úr Hollywood. Tú veit, slíkir filmar sum eru fullir av bileltanum ella sum ganga fyri seg í einum rættarhøli. Amerikonskum rættarhøli væl at merkja. Og sjónleikararnir eru altíð teir kendastu og ríkastu, men tað ger sjáldan filmin betri.

Og bretskar krimisjónvarpsrøðir, ella krimirøðir í heila tikið. Danskar sleppi eg frá, tí eg skilji ikki, hvat tey siga, hesi mutlhøvdini, sum tað yngra ættarliðið av donskum filmsleikarum, so vissuliga eru. Og einki hjálpir, at tey lata seg í føroyskar troyggjur, bundnar av jordanskum bindikonum. Men tær bretsku krimirøðirnar eru ræðuligar, serliga tá tey tosa við skotskum akksangi.

Krimiídnaðurin, bæði tann skrivaði og tann filmaði, minnir meg mest um  barnakrossorð. Hann krevur einki av sínum lesarum ella hyggjarum og umleið líka lítið av sínum skaparum, eins og barnakrossorðinum eru ætlaði børnum, men verða loyst av vaksnum.

Eg hevði eisini viljað sloppið undan at lisið avísir á netinum í ár. Eg haldi tað ikki út, tá ein lýsing hoppar upp, nettupp tá eg havi funnið tað, eg hevði ætlað mær at lisið, og so blívi eg so argur, at eg fari inn á onkra aðra síðu. Mær dámar best at lesa livandi bløð av pappíri og prentsvertu. Tað havi eg tíverri ikki ráð til. Og tað er eisini gott at hava gamlar avísir liggjandi, tú kanst brúka tær til alt møguligt. Pakka ymiskt inn í tær, gamlar virðismiklar koppar og annað postalín, tú kanst tapetsera veggir við avísum, seta skógvarnar á tær, tá tað er vátt, gera pappamasje úr teimum og ikki minst -   tá tú hevur gloymt at keypa vesipappír - tú kanst skeina tær við avísum.

Tað verður ein saknur tá avísin ikki er til longur. Tá ber ikki til at siga, tá tú hevur loyst buksurnar, og fyrst tá uppdagar at einki vesipappír er eftir:"Kanst tú ikki rætta mær kneppitelduna, ella kanska heldur iPodin, eg havi gloymt at keypt vesipappír". So mugu vit eisini hava nýggjar kummur, sum kunnu skola ein slíkan niður.